Tíðindi

Fysioterapeut til VEKS

25.03.2024

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi

Søkt verður eftir:

Einum fysioterapeuti til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum leiðara, fýra ergoterapeutum og einum hjálparfólki.

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

  • Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
  • Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
  • Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
  • Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
  • Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

Arbeiðsuppgávur:

  • At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
  • Gera førleikametingar.
  • Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.
  • At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.
  • At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • KT- førleika á brúkarastøði.
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

Setanarviðurskifti:

Starvið verður at seta pr. 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er hósdagin tann 5. apríl 2024 klokkan 12.                                                    

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 15-16 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244,  ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Seinastu tíðindi

13
jul
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
19
jul
Heildarætla­nir fyri útbygging, menning og trivnað
19
jul
Stongt vegna summarfrí
18
jul
Tyrlan flýgur í Hósvík fríggamorgunin
18
jul
Eyka býráðsfundur 18. juli 2024
16
jul
Trupuleikar­nir við vatnveiting­ini við Norðskála eru nú loystir. Dagført 17.07.2024
12
jul
Ung í arbeiði
10
jul
Koyrikort til prutl