Tíðindi

Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

05.06.2024

Søkt verður eftir námsfrøðingum til barnagarðin og frítíðarskúlan

Arbeiðstíðin er 20-30 tímar um vikuna, har møguleiki er fyri fleiri tímum. Ynskiligt er, at tú byrjar 8. august, ella eftir nærri avtalu.

Á stovninum verður dentur lagdur á viðurkennandi námsfrøði. Arbeitt verður út frá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið, har relatiónir, rørsla, útilív og spæligleði er í hásæti og vit brúka Betri Vinir sum eitt námsfrøðiligt amboð.

Vit kunnu bjóða: 

Eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum  ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti. 

Vit ynskja: 

At tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær. 

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2024, og skulu sendast til:

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo

Seinastu tíðindi

13
jul
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
19
jul
Heildarætla­nir fyri útbygging, menning og trivnað
19
jul
Stongt vegna summarfrí
18
jul
Tyrlan flýgur í Hósvík fríggamorgunin
18
jul
Eyka býráðsfundur 18. juli 2024
16
jul
Trupuleikar­nir við vatnveiting­ini við Norðskála eru nú loystir. Dagført 17.07.2024
12
jul
Ung í arbeiði
10
jul
Koyrikort til prutl