Tíðindi

Spæliliðið í SVS fingið prógv

07.06.2024

Aftur í ár hava 6 næmingar í 7. flokki í Skúlanum við Streymin lokið prógv til Spæliliðið.

Spæliliðið er ein liður at menna trivnað í skúlanum, at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á, at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum.

Aftrat hesum eru spæliliðið við til at bøta um trivnaðin, við at fáa øll børnini at taka lut og hava tað stuttligt saman.

Næmingarnir, ið hava fingið prógv eru frá vinstru: Hanna Kristiansdóttir á Rætt, Sára Heinadóttir Hellisdal, Sonja Sonhardsdóttir Dalfoss, Oddmar Olsen, Jonn Kristleifsson og Jónas Elias Reinert.

Sunda kommuna takkar næmingunum fyri teirra íkast og treysti í virkna leikluti, ið spæliliðið hevur í skúlanum.

Seinastu tíðindi

13
jun
Almenn fráfaringarløta
11
jun
Alment ves á handilsøkið
11
jun
Vatninntakið í Hósvík tikið í nýtslu
10
jun
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
26
mai
Tørvar tær graslíki?
20
mai
Ung í arbeiði 2025
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu