Tíðindi

Ruskinnsavningin byrjar aftur

10.06.2024

Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. IRF setur eyka orku inn og heintar gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.

Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.

Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrjar IRF at heinta seinni í vikuni. Væntandi verður IRF komin uppundan í næstu viku.

Seinastu tíðindi

22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
14
apr
Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
10
apr
Stongt vegna páskafrí
31
mar
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
11
apr
Ruddingardagur og útivika 2025