Ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp

Tilmelding til ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp

Sunda kommuna bjóðar øllum borgarum búsitandi í kommununi ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp.

Skeiðið verður á Torginum í Skúlanum við Streymin, leygardagin 19. november kl. 10.00 til 14.00.

Freistin at melda til er týsdagin 15. november kl. 12.00.

  • Skeiðið er fyri øll eldri enn 14 ár, ið eru búsitandi í Sunda kommunu.
  • Skeiðið verður hildið um nóg nógvar tilmeldingar eru.
  • Hvør tilmelding telur ein persón.