Tíðindi

Ferðsluljós í Líðini oman móti Tjørnuvík

16.05.2023

Gongur sum ætla, verða ferðsluljósini virkin frá 1. juni.

Aftur í ár fer landsverk, í samráð við Sunda kommunu, at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík. Hetta fyri at ferðslan glíður betri og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki. Sum nakað eyka í ár, verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður 5 min. og 12 sek. Hettar er nærum helvtin av tíðini ein bíðaði síðsta summar. Gongur sum ætla, verða ferðsluljósini tikin í brúk 1. juni.

Seinastu tíðindi

11
feb
HVR ársins ítrótta­felagsskapur 2025
10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu