Tíðindi
Prísurin fyri grundstykkir lækkar
05.01.2026
Sunda kommuna samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldi, 15. desembur 2025, at áseta nýggjan prís fyri byggibúgvin og ikki byggibúgvin grundstykkir.
Hóast Sunda kommuna hevur havt tøk grundstykkir, so hevur seinastu árini verið torført at selt grundstykkini. Kommunan vil gera sítt til at fáa borgarar til økið, og at framtíðartryggja møguleikan hjá ungu borgarunum í kommununi at seta føtur undir egið borð.
Býráðið samtykti tí, eftir tilmæli frá umsitingini, at lækka prísin á grundstykkjum í kommununi munandi. Nýggju prísirnir síggjast á viðfesta yvirliti:
Nýggir prísir
Øll tøk grundstykkir hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá skyn.fo tann 5. januar 2026 kl. 15.00.
Sunda kommuna
Seinastu tíðindi
23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des