Tíðindi

Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka

08.04.2025

Hósmorgunin 10. apríl kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Bakkafrost kemur at greiða frá sínum virksemi í Sunda kommunu, og teirra virksemi sum heild í Føroyum.

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Ikki er neyðugt við tilmelding. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum. 

Seinastu tíðindi

22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
14
apr
Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
10
apr
Stongt vegna páskafrí
31
mar
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
11
apr
Ruddingardagur og útivika 2025