Tíðindi

Vøllurin við Margáir verður skiftur.

24.04.2025

Sunda kommuna og Føroya Møblasøla hava undirskrivað sáttmála um nýggjan graslíkisvøll við Margáir.

Verandi vøllur er frá 2015, er væl brúktur og illa slitin. Seinasta vitjanin hjá FSF staðfesti, at vøllurin ikki longur kann nýtast til dystir á heilum vølli.

Sunda kommuna bað um tilboð uppá nýggjan vøll frá tveimum veitarum. Á eyka býráðsfundi, tann 10. apríl 2025, varð samtykt við 2. viðgerð at taka av tilboðnum frá Føroya Møblasølu/Domo Sports v. Birgir Andreasen. Nýggi vøllurin hevur korkfyllu, eins og vit kenna tað frá vøllunum í m.a. Klaksvík, Sørvági og í Gøtu. Við at velja korkfyllu hevur Sunda kommuna eisini hugsað um tað umhvørvisliga. Undirlagið undir graslíkinum verður somuleiðis skift. Føroya Møblasøla syrgir fyri veitingini, áleggingini og øðrum, sum hartil hoyrir.

Sunda kommuna og EB/Streymur skulu fyriskipa at taka gamla vøllin av og burturbeina hann. Avtalað er, at álegging av nýggja vøllinum byrjar umleið 30. juni. Arbeiðið tekur væntandi umleið tvær vikur. Fyrst í juni byrjar arbeiðið at taka gamla vøllin av og gera aðrar neyðugar fyrireikingar.

Vit í Sunda kommunu gleða okkum til felagið aftur fær hýst dystum á heilum vølli við Margáir, og vit vóna og vænta at vera við til at hýsa dystum til oyggjaleikirnar 2027 á nýggja vøllinum.
 
 
 
 

 

Seinastu tíðindi

12
mai
Skrá fyri Ruddingar­dagin og Útivikuna 2025
05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
11
mai
Borgarafundur við Norðskála
05
mai
Borgarafundur í Saksun