Tíðindi

Rottangatøming í Haldórsvík, Tjørnuvík og á Langasandi

13.06.2024

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku at tøma rottangar í Haldórsvík, Tjørnuvík og á Langasandi.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá ið tey koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta her

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

21
okt
Freistin at lata valevnislistar inn
19
okt
Fjølmentan­arvikan 2024
17
okt
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Dagstovni­num á Flatinum
17
okt
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
14
okt
Konsert í Tjørnuvíkar kirkju 18. okt kl 19.00
14
okt
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
10
okt
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
09
okt
Tekniskt brek á gøtuljósum