Tíðindi

Fjølmentanarvikan 2024

25.10.2024

MULTICULTURAL WEEK 2024

Multicultural week 2024 starts on the 25th October. As something new, the opening of Multicultural Week will be held in Sunda kommuna. See the program here

Fjølmentanarvikan er eitt integratiónsátak, sum Tórshavnar kommuna hevur sett i verk.

Í 2022 fekk átakið heitið "Fjølmentanarvikan" (Multicultural Week á enskum) og fekk hon tá tað skap, hon hevur í dag. Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.

Sum nakað nýtt, er Sunda kommuna í ár vertur fyri almennu setanini av fjølmentanarvikuni, ið verður hildin á Torginum í Skúlanum við Streymin 25. oktober kl. 18.00. 

Skráin hetta kvøldi er hendan: 

  • Jógvan Kruse heldur bjóðar vælkomin og førir fram røðu
  • Siri Stenberg førir fram røðu og setir Fjølmentanarvikuna 
  • Tema fyri 48-tímars stuttfilmskapping verður avdúkað. Les meira á heimasíðuni hjá Klippfisk
  • Suðuramerikanskir tónar við Sergio Martínez Muñoz og Cinthia González Parada
  • Yann Sadembou bjóðar øllum upp á gólv at dansa
  • Smakka mat úr Kenya og Filipsoyggjunum
  • Góður drekkamuður
  • Frítíðarfelagskapir í Sunda kommunu vísa, hvørji tilboð tey hava til borgararnar 

Les meira um Fjølmentanarvikuna og fá skránna yvir vikuna her

Seinastu tíðindi

20
nov
Bussleiðin avlýst
20
nov
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
18
nov
Rætting - Skatta­listin 2023
18
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
15
nov
Valúrslitið eftir fínteljing­ina  
12
nov
Kommunuvalið 2024
12
nov
Jólahugni í Blákolluni 25. nov. kl 17.30
15
nov
Bussleiðin avlýst