Tíðindi
Skúlin við Streymin vann ÁRSINS LESIÁTAK
17.06.2024
Í síðstu viku var Skúlin við Streymin so heppin at fáa vitjan av tveimum umboðum fyri Føroyar lesa. Tær kunngjørdu, at skúlabókasavnið í SVS hevði vunnið kappingina Ársins lesiátak 2024, við teirra lesiátaki "les gular bøkur".
Næmingar og lærarar eru sera errin av hesum, og halda tað vera sera stuttligt, at teirra skúlabókasavn fær ein sovorðnan heiður :)
Næmingarnir fingu 1 mini egg pr. 10 síður. Tað bleiv til 35 kg av eggum og kostaði á leið 7000 kr :-)
Sunda kommuna ynskir næmingum og lærarum hjartaliga tillukku við hesum væl uppiborðna heiðri.



Seinastu tíðindi
20
mai
Ung í arbeiði 2025
19
mai
Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum
17
mai
Komandi borgarafundir
12
mai
Skrá fyri Ruddingardagin og Útivikuna 2025
05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr