Tíðindi

Jólatrøini verða tendrað og jólabrandbilurin vitjar

18.11.2024

Týsdagin 26. november og mikudagin 27. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja. 

Nú stundar til jóla, og tíð er aftur at tendra jólatrø. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólatrøini verða tendrað soleiðis: 

Týsdagin 26. november:
Oyrarbakki  kl 17.00 (Í nýggja økinum í Náttúrulundini - beint undir skúlanum við Streymin)
Gjógv kl 18.30

Mikudagin 27. november:
Hósvík 17.00
Hvalvík 18.00
Haldórsvík 19.00
Tjørnuvík 20.00

Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu.  Jonhard Jógvansson í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík - Jákup E. Petersená Oyrarbakka og við Gjógv.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi

Kom til drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum

Hósvík – í bygdarhúsinum, uppiá
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

 

 

Seinastu tíðindi

20
des
20 ára starvsdagur
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
18
des
Trygvi Kallsoy heiðraður
17
des
Kommunuskrivstovan er stongd um jólini
16
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
14
des
Brúgvin um Stórá
25
nov
Umsjónar­fólk til ognareindina
17
des
Gingu Lucia á kommunuskriv­stovuni