Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu

20.11.2024

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 28.03.2022 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu. 

Broytingarnar fevna um:

Part av matr. nr 24c frá “H, Frílendi” til “B, Bústaðarøki” - Hósvík

Part av matr. nr 6 frá “H, Frílendi” til “B1, Bústaðarøki” - Gjógv

Broytinganar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð frá 20. novembur til 18. Desembur 2024, báðir dagarnir íroknaðir

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommununa í seinasta lagi 8. januar 2024.

Oyrarbakki tann 20. novembur 2024
Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
14
apr
Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
10
apr
Stongt vegna páskafrí
31
mar
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
11
apr
Ruddingardagur og útivika 2025