Tíðindi

Blásarar úr Sundalagnum við á konsert

28.10.2024

Sum flestum kunnugt, hevur Eiðis Ljómfelag verið í stórari menning seinastu árini, og hettar gav sanniliga útslit, tá ið ein bólkur av blásarum varð boðin til Suðuroyar, at venja saman við sangkórinum Ljómi i Vági.
Sunnudagin var stórfingin konsert í Vágs kirkju, har blásarar og sangarar heiðraðu tónaskaldinum Knút Olsen.
Til høvið hevði Atli K. Petersen lagt 8 løg hjá Knút Olsen til rættis fyri blásarar og sangkór, og vóru tey framførd í Vágs kirkju.

Talan var um eina stórfingna konsert, tí saman við uml 20 blásarum úr Eiðis Ljómfelag, vóru eisini blásarar frá Tvøroyrar Hornorkestri, sangkórið Ljómur úr Vági og uml 20 sangarar úr Vestmanna sangkóri, sum saman framførdu sirpuna, sum Atli K Petersen hevði lagt til rættis fyri kór og blásarar.

Høvi verður eisini at hoyra hetta verkið framført norðanfjørðs, tí hetta var tann fyrsta framførslan í eini røð av konsertum, sum verða at hoyra kring landið í næstum, og sum allar fagna Knút Olsen, tónaskaldi.

Allar konsertirnar verða settar saman á sama hátt - við blásarum og sangarum - og framførslur verða í Vágum, í Fuglafirði og Klaksvík, og til seinast í Vesturkirkjuni í Havn leygardagin 02. novembur kl. 16:00, har eitt stórt tal av sangarum og blásarum úr øllum landinum fagna Knúti Olsen."

Eiðis Ljómfelag. 
 

Seinastu tíðindi

10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026