Tíðindi
Kunning um valstøð, brævatkvøður, heimaval og valkort
Kommunuval fer fram týsdagin 12. november 2024 sambært kunngerð frá Løgmálaráðnum.
Valt verður á hesum støðum til býráðið í Sunda kommunu:
• Veljarar í Hósvík velja í bygdarhúsinum í Hósvík (kjallarin)
• Veljarar í Hvalvík, Streymnesi og Saksun velja í Ítróttahúsinum við Margáir
• Veljarar í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík (loftið)
• Veljarar í Tjørnuvík velja í Bygdahúsinum í Tjørnuvík
• Veljarar á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála velja í Eydnuni á Oyrarbakka
• Veljarar við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv
Atkvøðutíðin er frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, sum eru burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari skrivstovutíð. Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valhølini lata upp klokkan 10.00 tann 12. november 2024.
Heimaval:
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða kommunuskrivstovuni, tlf. 667271 frá, innan klokkan 12.00 tann 11. november 2024.
Valkort
Valkort er sent við postinum og um onkur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki hevur fingið valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum.
Sunda kommuna