Tíðindi
Fráfaringarløta fyri Súnhild Hansen
07.11.2024
Í morgun var fráfaringarløta fyri Súnhild Hansen, sum takkar fyri seg, nú hon fer frá fyri aldur.
Fríggjadagin 8. november 2024 er seinasti arbeiðsdagur hjá Súnhild Hansen, sum starvast á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík. Súnhild hevur starvast við Stórheygg seinastu 11 árini og áðrenn tað starvaðist hon 7 ár á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Sostatt hevur Súnhild starvast í Sunda kommunu í 18 ár, nú hon gevst fyri aldur.
Borgarstjórin, Jógvan Kruse, takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Súnhild blómutyssi.
Sunda kommuna takkar Súnhild fyri góða og drúgva tænastu og ynskir henni blíðan byr.
Seinastu tíðindi
15
nov
Skattalistin 2023
15
nov
Valúrslitið eftir fínteljingina
12
nov
Kommunuvalið 2024
12
nov
Jólahugni í Blákolluni 25. nov. kl 17.30
15
nov
Bussleiðin avlýst
12
nov
Skrúvað verður fyri vatninum í Streymnesi
07
nov
Fráfaringarløta fyri Súnhild Hansen
05
nov