Tíðindi
Jólatrøini tendra og jólabrandbilurin vitjar
Týsdagin 26. november og mikudagin 27. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja.
Nú stundar til jóla, og tíð er aftur at tendra jólatrø. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jólatrøini tendra soleiðis:
Týsdagin 26. november:
Oyrarbakki kl 17.00 (Í nýggja økinum í Náttúrulundini - beint undir skúlanum við Streymin)
Gjógv kl 18.30
Mikudagin 27. november:
Hósvík 17.00
Hvalvík 18.00
Haldórsvík 19.00
Tjørnuvík 20.00
Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu. Jonhard Jógvansson í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík - Jákup E. Petersená Oyrarbakka og við Gjógv.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi
Kom til drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum
Hósvík – í bygdarhúsinum, uppiá
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.