Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Avbjóðingar við vatnveitingini

13.01.2025

Væntandi hevur rør til vatnveitingina við Norðskála, á Oyrarbakka, Oyri og Nesvík tikið skaða av áarlopinum.

Hetta førdi við sær, at brunnurin varð tømdur. Veitingareindin hevur fingið tillagað inntakið, so tað nú rennur í brunnin aftur.

Vónandi fáa fólk vatnið aftur skjótast gjørligt. Farið verður undir at staðfesta og umvæla skaðan so skjótt tað ljósnar.

Orsaka av hesum sama er skúlagongdin í Skúlanum við Streymin í morgun avlýst.

Dagstovnurin á Flatinum er fyribils stongdur. Nærri kunning kemur umleið kl. 09.