Tíðindi

Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla

28.02.2025

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya og KVF í felag fyri eini Spæl Føroyskt viku í døgunum 22. februar til 2. mars. Tá hoyra vit føroyskan tónleik burturav í KVF og livandi framførslur og framløgur kring landið

Í samband við tiltakið vóru 3. flokkarnir í Sunda kommunu í Hósvíkar skúla til sangløtu mikudagin.

Byrja varð við morgunsangi. Eftir tað varð farið upp á gólv, har tey kvøddu vit " Veturin kom við kulda og kava", "Burtur á  Heiði" og "Sigmundskvæði yngra".

Eisini fingu tey vitjan av Steintóri Rasmussen og Rakul Ró, sum sungu góðar og kendar barnasangir saman við børnunum.

At enda varð bjóðað bollar og frukt.

Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin takka fyri eina góða og hugnaliga løtu. 

Seinastu tíðindi

09
mai
Skrá fyri Ruddingar­dagin og Útivikuna 2025
05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála