Tíðindi
Eldradagur í Eydnuni 22. mars - SKRÁ
17.03.2025
Leygardagin 22. mars kl 09.30, verður Eldradagur í Eydnuni á Oyrarbakka
Tekni tykkum til áðrenn 17. mars
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.
Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni.
Skráin fyri dagin:
- 09.30 Gongutúrur í Náttúrulundini
(møtast uttanfyri Eydnuna) - 10.00 Eyðstein Zachariasen bjóðar vælkomin
- 10.10 Morgunmatur - Ruben Busk borðreiðir
- 10.45 Felagssangur
- 11.00 Snorri Patursson - “Góð heilsa”
- 11.30 Felagssangur
- 11.35 Helgi í Brekkunum - “kirkjugongd í Føroyum í 250 ár”
- 11.55 Felagssangur
- 12.00 Døgurði - Ruben Busk borðreiðir
- 12.45 Jens Jensen - Eldraráðið
- 13.15 Kári P. syngur
- 13.45 FARGEN - Ættarbandsskráin og ílegugransking
- 14.30 Høgni Mohr - "Ungdómurin hjá abba mínum vardi, til hann var 80"
- 15.00 Liðugt (farið verður ikki uppá gólv í føstu)
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman.
Seinastu tíðindi
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan