Tíðindi

Hósvíkar Róðrarfelag tilnevnt ársins ítróttafelagsskapur 2024

22.01.2025

Saman við Dartsamband Føroya og Flogbóltsfelagnum Ternan er Hósvíkar Róðrarfelag í uppskoti til heiðurin ársins ítróttafelagsskapur 2024.

Hósvíkar Róðrarfelag , sum í 2024 fylti 50 ár, hevur í nógv ár virkað sum ein savnandi, mennandi og sunn drívmegi í bygdini, og eisini allari kommununi. Hósvíkar Róðrarfelag er ein góður felagsskapur, sum er vaksandi í umhvørvinum. Í fjør taldist HVR millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við sínum nógvu sjálvbodnu og góðu kreftum hevur HVR ikki bert týdning fyri manningarnar. HVR hevur afturvendandi skipað fyri einari røð av ymiskum tiltøkum. Helst størsta einstaka tiltakið í kommununi er árliga Regatta siglingin, ið HVR skipar fyri.

HVR hevur, saman við restina av feløgunum, ein sera stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Í Sunda kommunu vilja vit sum árligur stuðul, uttan mun til staðseting í topp trý, ynskja Hósvíkar Róðrarfelag tillukku við tilnevningini.

HVR er heilt vist ein verdigur vinnari av ársins ítróttafelagsskapi 2024.

Ársins ítróttafelagsskapur verður kosin til tiltakið ítróttaFAGNAÐURIN 2024 í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar kl. 20.00. Tiltakið verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Seinastu tíðindi

13
mar
Aðalfundur hjá Náttúrulund­ini við Streymin
11
mar
Eldradagur í Eydnuni 22. mars - SKRÁ
10
mar
Byrja at asfaltera í morgin
10
mar
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
10
mar
Námsfrøði­ligur stuðul til barn við CP (Cerebral parese)
05
mar
Sunda kommuna 20 ár - SKRÁ
05
mar
Dagny fingið læruprógv
28
feb
Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla