Tíðindi

Starvsfólk til Dagstovnin á Flatinum

27.01.2025

Vit søkja eftir starvsfólki at arbeiða 36 – 40 tímar um vikuna á barnagarðsstovuni í Horni , har tey elstu barnagarðsbørnini ganga, at byrja 15. februar 2025 og fram til 1. juli 2025.

Somuleiðis søkja vit eftir avloysarum skjótast til ber, har møguleiki kann verða at fáa nakrar fastar tímar.

Á stovninum leggja vit dent á góðar relatiónir og viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið, har rørsla, útilív og spæligleði  er í hásæti og vit brúka m.a. málspøl og  Betri Vinir, sum eitt námsfrøðiligt amboð.
 

Vit kunnu bjóða: eitt spennandi starv har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum  ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti. 
Vit ynskja: at tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. februar  og sendast til flatinum@sunda.fo

 

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Seinastu tíðindi

12
mar
Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
11
mar
Eldradagur í Eydnuni 22. mars - SKRÁ
10
mar
Byrja at asfaltera í morgin
10
mar
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
10
mar
Námsfrøði­ligur stuðul til barn við CP (Cerebral parese)
05
mar
Sunda kommuna 20 ár - SKRÁ
05
mar
Dagny fingið læruprógv
28
feb
Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla