Tíðindi

Sunda kommuna 20 ár - SKRÁ

05.03.2025

7.- 9. mars fara vit at hátíðarhalda 20 ára føðingardagsvikuskiftið í Sunda kommunu

Komandi vikuskifti 7. - 9. mars fara vit at hátíðarhalda 20 ára dagin hjá Sunda kommunu. Í hesum sambandi vilja vit bjóða øllum vælkomnum til nøkur góð og ókeypis tiltøk. 

Skráin fyri vikuskiftið: 

Fríggjadagin 7. mars

13.00 - 17.00  Vitja kommunuskrivstovuna. Vit bjóða kaffi og lagkøku (eisini er okkurt til børnini)

21.00               Pubquiz í Eydnuni. 3 rundir + ein lokal runda. Eitt gávubræv frá Atlantic Airways verður at vinna

Leygardagin 8. mars

9.30 - 12.00      Brunch fyri øllum borgarum í Sunda kommunu í bygdarhúsinum í Hósvík - Ruben Busk matgerð. Eiðis                            Ljómfelag spælir og Eyðstein Zachariasen sigur nøkur orð kl.10.00.

19.00 - 21.00    Fyrilestur við Margáir við Sámal Matras Kristiansen um Sunda kommunu. Sangur, kaffi og lagkøka. 

Sunnudagin 9. mars

13.00 - 20.00     Hoppiland í høllini í Skúlanum við Streymin. Okkurt drekkandi og etandi verður eisini at fáa. 


 
 
 
 
 
 
 
 

Seinastu tíðindi

23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026