Tíðindi
Hugnaligt og stuttligt kvøld fyri ungdómin
Ungdómshúsini í Sunda og Eiðis kommunu bjóða ungdóminum til eitt hugnaligt, læruríkt og stuttligt kvøld í Kolshøll á Eiði 21.februar kl 18-21.
Í samband við viku sex fer Kyn at undirvísa ungdómshúsum kring landi og koma tey at vitja okkum hetta kvøldið. Harumframt verður matur og drekka bjóðað, eins og tónleikur frá bólkinum hjá Dávid, Bergljót Salomon og Ólavi verður á skrá.
Tilmelding krevst og tey sum ynskja at vera við kunnu skriva sms til Jórunn á telefonnummar 259986. Til ber eisini at skriva til ungdómshúsini á instagram. Freistin er hóskvøldið 20.februar kl 22.
*Hvat er Kyn?
Kyn er eitt politiskt og átrúnaðarligt óheft felag, ið bleiv stovnað í 2019 av Marini í Dali, lækna.
Kyn hevur sum endamál at fremja seksualundirvísing, á ein læknavísindaliga grundaðan hátt, fyri at betra um trivna og seksuella heilsu millum føroysk ung.