Tíðindi

Takkarkvøða

18.03.2025

Í sambandi við 20 ára føðingardagsvikuskiftið, ið varð hildið tann 7-9. mars í Sunda kommunu, skal ljóðað ein stór tøkk til øll tykkum, ið vitjaðu tiltøkini í kommununi so væl.

Somuleiðis ein tøkk til aðrar kommunur, ið bóru okkum heilsan í sambandi við stóra føðingardagin. Takk til allar miðlarnar, ið lýstu tiltøkini so væl og nýttu høvið at vitja okkara kommunu hetta vikuskiftið.

Tiltøkini vórðu øll væl vitjað og avgreidd. Millum annað vóru umleið 500 fólk til morgunmatin í Hósvík, umleið 200 fólk vitjaðu kommunuskrivstovuna, og ein røð av fólki vitjaðu hoppilandið við Streymin, pubquiz í Eydnuni og fyrilesturin hjá Sámali Matras.

Her er møguleiki hjá áhugaðum at síggja myndir frá 20 ára føðingardagshaldinum.

Vegna Sunda kommunu
Eyðstein Zachariasen Borgarstjóri

Seinastu tíðindi

24
apr
Vøllurin við Margáir verður skiftur.
24
apr
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík og Saksun er reint
23
apr
Býráðsfundur 28. apríl 2025
23
apr
Stongt flaggdagin
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu