Tíðindi

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

31.03.2025

Freistin at søkja stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. mai 2025

Sambært stuðulspolitikkinum hjá Sunda kommunu verður árligi stuðulin til ítróttar-, frítíðar-, áhuga-, bygda- og avhaldsfeløg latin eftir hesum leisti:

Stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg
§ 5. Ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 6. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjari ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgjandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 7. Stuðulin verður ásettur árliga í sambandi við fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 8. Til tess at verða heimilað stuðli, skal umsøkjarin lúka hesar treytir:

  • Skal vera heimahoyrandi í kommununi.
  • Skal hava limalista og krevja inn limagjald.
  • Avrit av gerðabókini frá aðalfundinum skal fylgja við. Gerðabókin skal prógva, at grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna biðja um avrit av roknskapinum, um ivamál stinga seg upp um eitthvørt.
  • Kommunan kann krevja at fáa váttan fyri tal av limum, og hvussu nógv limagjald er goldið.

§ 9. Stuðulin kann hækkast til feløg, sum hava miðvíst ungdómsarbeiði, tað vil siga regluligt og skipað tilboð til børn og ung, við vegleiðing og upplæring frá venjara/leiðara.

§ 10. Ítróttarfeløg skulu sum meginregla luttaka í landskappingum, um slíkar verða hildnar.

Bygda- og avhaldsfeløg
§ 12. Bygda- og avhaldsfeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 13. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjarin ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 14. Eyka stuðul verður ikki latin til viðlíkahald og íløgur, sum feløgini gera í bygningar.

Freistin at søkja um stuðul
Umsóknir um árligan stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum skulu framyvir vera kommununi í hendi innan 1. mai.

Allar umsóknir um stuðul skulu sendast til sunda@sunda.fo.  

Seinastu tíðindi

22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
14
apr
Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
10
apr
Stongt vegna páskafrí
31
mar
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
11
apr
Ruddingardagur og útivika 2025