Tíðindi
Børnini við Kráir hava arbeitt við verkætlan um havið.
09.04.2025
Børnini í barnagarðinum við Kráir í Hvalvík hava seinastu vikurnar arbeitt við eini verkætlan um havið.
Tey hava lært um fiskar sum liva í Føroyum, og verið ein fjørutúr í Streymnesi. Har samlaðu tey tæra, goggur og leitaðu eftir krabbum. Eisini hava tey lisið bøkur um fiskar og onnur djór í sjónum, og sungid ymiskar sangir um fiskar. Tey endaðu verkætlanina fríggjadagin við at eta fisk og kips til døgurða. Síðani komu foreldurini til kaffi og køkur, og fingu høvið at hyggja eftir framsýningini.







Seinastu tíðindi
24
apr
Vøllurin við Margáir verður skiftur.
24
apr
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík og Saksun er reint
23
apr
Býráðsfundur 28. apríl 2025
23
apr
Stongt flaggdagin
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Borgarafundur í Haldórsvík
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr