Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Ítróttahúsið reist

26.07.2019

Reisigildið var í Streymnesi hósdagin 25. juli, tá seinastu sperrurnar í nýggja ítróttahúsinum við Margáir vórðu reistar.

Tað eru sp/f Múller úr Kvívík, sum gera arbeiðið.

Hesin partur av arbeiðinum við at víðka ítróttahúsið við Margáir kostar um 5 milliónir.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt seinast í oktober.

Kjartan Madsen hevur tikið myndirnar.