Tíðindi
Minnist til at tryggja leysar lutir
12.10.2026
Nú tað er nógvur vindur fara vit enn einaferð at minna á at rudda burtur alt, sum liggur leyst og kann fara á flog í vindinum.
Vit vilja minna fólk á at rudda uttanfyri og tryggja leysar lutir, ið kunnu elva til skaða. Tað er serliga byggitilfar, trampolinir, havamøblar o.a., ið tekur nógvan vind á seg, ið er atvold til skaða.
Um tú tryggar alt tað leysa, kanst tú fyribyrgja at skaði kemur á fólk, hús og bilar.