Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt - Norðskáli

04.11.2026

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 26. oktober 2026 hevur samtykt at gera broyting í býarskipanini fyri øki við Norðskála.

Talan er um at broyta býarskipanina fyri matr. nr. 5c, 12a, 18, 21 og part av matr. nr 24a við Norðskála frá øki "J" Landbúnaður til øki "N" Neyst. 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu (sunda.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 4. november 2026 til mikudagin 2. desember 2026 til mánadagin 26, báðir dagar íroknaðir. 

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli, skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. desember 2026.

GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini, eru sambært byggisamtyktini "J" Landbúnaður.