Tíðindi

Forkunnug nýggj bók um list

11.12.2020

Í oktobur 2020 varð nýggi, stásiligi Skúlin við Streymin vígdur og tikin í nýtslu. Skúlin er listprýddur av list hjá Astri Luihn. Listabólkurin í Sunda kommunu gevur nú út bók um listina.

Listaverkið hjá Astri Luihn lýsir søgur úr Sjúrðarkvæðunum, ið Jógvan kalsmaður frá Norðskála var heimildarmaður til í 1812, og ævintýrið Trøllið á Fjallinum frá Gjógv. Støddfrøðin er vovin inn í listaverkið sum mynstur, frymlar og geometriskir figurar og formar; eitt nú Gylti snyrilin ella Fibonacci-snyrilin, Pythagoras, ferrótssnyrilin ella snyrilin hjá Theodorus og snyrilin hjá Harris um fraktalar. 

Eisini eru avmyndaðir figurar av íðkandi ítróttafólki, ið kann geva íblástur og stimbra áhugan hjá næmingunum fyri ítrótti og rørslu, ið er týdningarmikið bæði fyri likam og sál og stuðlar undir læring.

Bókin er 198 síður skrivað á føroyskum, donskum og enskum. Hon kostar kr. 250,- og fæst til keyps á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og í handlum kring landið.

Seinastu tíðindi

20
des
20 ára starvsdagur
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
18
des
Trygvi Kallsoy heiðraður
17
des
Kommunuskrivstovan er stongd um jólini
16
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
14
des
Brúgvin um Stórá
25
nov
Umsjónar­fólk til ognareindina
17
des
Gingu Lucia á kommunuskriv­stovuni