Tíðindi

Brúgvin um Stórá

14.12.2024

Nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu á hátíðarløtu í dag. Hákun og Petur Zachariasen vóru fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni.

Við horntónleiki frá Eiðis Ljómfelag og røðu frá Jógvani Kruse borgarstjóra, varð nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu í dag.

Talan er um eina 22 metur langa og 6,5 metur breiða brúgv, ið er staðstoypt á sama staði, har tvær aðar brúgvar hava staðið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920'unum og miðskeiðis í 1950'unum varð onnur brúgv bygd á staðnum. Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá.

Vit í Sunda kommunu fegnast um, at nýggj brúgv er komin, ið aftur knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman, har hædd er tikin fyri ferðslutrygd, ábærari ferðslu samstundis sum brúgvin er bygd til tunga ferðslu.

Fyrsti bilurin um brúnna var Hákun Zachariasen, ið hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.

Boðið varð inn í Hvalvíkar skúla til kaffi og brúgvakaku.

Myndirnar eru tiknar av Kjartan Madsen

 

Seinastu tíðindi

04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS
20
jan
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
28
jan
Fyritøkur verið á vitjan
28
jan
Avloysari til Hósvíkar skúla og frítíðarskúla
27
jan
Býráðsfundur 27. januar 2025
27
jan
Starvs­fólk til Dagstovnin á Flatinum
22
jan
Hósvíkar Róðrar­felag tilnevnt ársins ítrótta­felagsskapur 2024