Tíðindi
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
Søkjast kann um loyvi hjá kommununi innan 20. desember 2024 kl. 12.00.
Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Loyvið verður givið við somu treytum, sum fyri nýggjárs-, jóansøkubál o.t.
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
at støddin á bálinum er í mesta lagi 5 metrar í diametur og umleið 2 metrar í hædd
at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
at frástøða til hús og lutir nærhendis er nóg stór
at navnsnevndur ábyrgdarpersónur stendur fyri loyvinum, og er á staðnum tá brent verður
at navn, adressa og fartelefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum verða upplýst kommununi, tá søkt verður um loyvi til bálbrenning
at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
at økið verður ruddað í seinasta lagi kl.12.00 dagin eftir
at spannir ella vatnkør eru á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar
Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin og annar ampi standast av brenningini.
Til ber at søkja her
Gevið gætur: Umframt loyvið hjá kommununi, er eisini neyðugt at fáa loyvi frá eigaranum av økinum har bálið skal vera.