Tíðindi

Trygvi Kallsoy heiðraður

18.12.2024

Á ársins síðsta býráðsfundi bleiv Trygvi Kallsoy heiðraður fyri drúgva tænastu. 

Á ársins síðsta býráðsfundi í ár, bleiv Trygvi Kallsoy heiðraður fyri drúgva tænastu í Sunda kommunu. Trygvi Kallsoy hevur verið býráðslimur í Sunda kommunu líka síðani samanleggingina 1. januar í 2005 - nevniliga 20 ár. 

Áðrenn samanleggingina var Trygvi býráðlslimur í Hvalvíkar kommunu frá 1992 - 1996, og so aftur frá 2000 og fram til samanleggingina. Hann hevur tí siti sum býráðslimur í heili 28 ár í alt. 

Trygvi sigur seg hava varhugan av, at tað var verpápin sum stillaði seg upp á fyrrsta sinni í 1992. Trygvi flennir og fortelur, at hann valdi ikki eingong seg sjálvan fyrstu ferð, men var ótrúliga glaður fyri at koma inn og hevur verið sera glaður fyri tað politiska arbeiði líka síðan. 

Sunda kommuna ynskir Trygva hjartaliga till lukku og takkar fyri drúgva tænastu.  

Seinastu tíðindi

04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS
20
jan
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
28
jan
Fyritøkur verið á vitjan
28
jan
Avloysari til Hósvíkar skúla og frítíðarskúla
27
jan
Býráðsfundur 27. januar 2025
27
jan
Starvs­fólk til Dagstovnin á Flatinum
22
jan
Hósvíkar Róðrar­felag tilnevnt ársins ítrótta­felagsskapur 2024