Tíðindi

Ítróttahøll í jólagávu

11.12.2020

Í dag varð ítróttahøllin við Streymin handað kommununi. Nú verður listin sett upp í høllini og smávegis snøklar gjørdir, síðani er hon klár at taka í nýtslu eftir árskiftið.

Talan er um fyrstu ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu. Høllin er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin og er ein av flottastu hallum í landinum. Hon er lýkur øll mát tá talan er um hondbólt og flogbólt.

Pláss er fyri 350 sitandi áskoðarum. umframt tað kann hon rúma størri tiltøkum. Høllin hevur góð ljóðviðurskifti og egnar seg væl til framførslur av ymsum slag. 

Vónandi verða borgarar og ítróttafeløg glað fyri nýggju ítróttahøllina við Streymin og fara at brúka hana dúgliga. Hetta má sigast at vera ein sera góð jólagáva.

Seinastu tíðindi

20
des
20 ára starvsdagur
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
18
des
Trygvi Kallsoy heiðraður
17
des
Kommunuskrivstovan er stongd um jólini
16
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
14
des
Brúgvin um Stórá
25
nov
Umsjónar­fólk til ognareindina
17
des
Gingu Lucia á kommunuskriv­stovuni