Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

30.01.2023

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini fríggjadagin 3. februar 2023 kl. 10.00.

Møtt verður við Áir nr. 12, 430 Hvalvík.

Til viðgerðar: Umsókn frá SEV um loyvi at seta upp eina transformarastøð á matr. nr. 38b, norðan fyri
Hamrá, við Áir nr. 12.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

 

Seinastu tíðindi

15
jul
Stongt vegna summarfrí
09
jul
Kom við í skránna til mentan­ardagar!
07
jul
Oddvør Alberta Kimsdóttir fær heiðurin at bera vatnið til Oyggja­leikasetanina
01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barna­verndar­tænastuna
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi