Tíðindi

Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu

20.01.2025

Sunda kommuna bjóðar við hesum arbeiðini at røkja og sláa gras í kirkjugørðum, minnisvarðum, fríøkjum og barnagørðum, umframt at týna skøru í kommununi.

Sunda kommuna hevur 7 kirkjugarðar, 3 minnisvarðar, 3 barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum í kommununi

Arbeiðini verða bjóða út alment, sum trý arbeiðir, sum ikki eru tengd at hvørjum øðrum. Til ber at bjóða upp á eitt ella fleiri av hesum. Tilboðini skulu haldast at skild, og skulu latast inn hvør sær í egnum brævbjálva.

Arbeiðini eru fylgjandi:

a. Røkt og grassláing av kirkjugørðum og minnisvarðum í Sunda kommunu í 2025

b. Røkt og grassláing av fríøkjum, dagstovnum og tekjum í Sunda kommunu í 2025

c. Týning av skøru í Sunda kommunu í 2025

Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til sunda@sunda.fo fyri nærri kunning og, at fáa útbjóðingartilfarið tilsent.

Tilboð skal latast til:

Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki

Í seinasta lagi 10. Feburar 2025 kl. 12.00, har tilboðsprísur og fyrivarni verða kunngjørd. Tey bjóðandi eru vælkomin at vera til staðar, tá brævbjálvarnir verða latnir upp.

Kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

13
jun
Almenn fráfaringarløta
11
jun
Alment ves á handilsøkið
11
jun
Vatninntakið í Hósvík tikið í nýtslu
10
jun
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
26
mai
Tørvar tær graslíki?
20
mai
Ung í arbeiði 2025
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu