Tíðindi

Fagnaðarløta fyri ungu stjørnunum

27.02.2025

Í sambandi við, at U10 og U12 genturnar hjá EB vunnu steypafinalur í hondbólti við Tjarnir farna leygardag, varð skipað fyri fagnaðarløtu týskvøldið. Stóru úrslitini og gullið varð feirað við pitsa og sodavatn aftaná venjing í ítróttahøllini við Streymin.

Liðini fingu eina heilsan frá borgarstjórunum báðum, ið handaðu U10 og U12 eitt gávukort í part. Gávukortið gevur teimum møguleikan at fara út at bovla og eta saman.

Í Sunda kommunu vilja vit enn einaferð ynskja EB og gentunum hjartaliga tillukku við báðum steypasigrunum. Vit gleða okkum at fylgja tykkum í komandi tíðum.
 
 

 
 

 
 

 
 
 

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg