Tíðindi

Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum

19.05.2025

Brennur tú fyri at arbeiða við vøggustovubørnum er tað júst tær vit hava brúk fyri.

  • Vit søkja eftir einum námsfrøðingi  at arbeiða 32 tímar um vikuna at byrja 6. august 2025.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.

  • Somuleiðis søkja vit eftir sjúkra og feriu avloysarum.

 Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði.  Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið  har trivnaður, umsorgan, nærvera, menning og spæligleði er í hásæti.

Vit kunnu bjóða: eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking  eisini saman við hinum námsfrøðinginum á stovuni.  Har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum  ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti. 

Vit ynskja: at tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni- og ert opin fyri broytingum.


Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  3 juni og sendast

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo

Seinastu tíðindi

04
jun
Umhvørvisplássið er stongt grundlógar­dagin
04
jun
Grund­lógardagur og starvs­fólkadagur
04
jun
Leiðari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
02
jun
AVLÝST - Fráboðan um fund í Náttúrufrið­ingar­nevndini
26
mai
Endur­lýsing - Dagstovnaleiðari til dagstovnin á Flatinum
26
mai
Tørvar tær graslíki?
20
mai
Ung í arbeiði 2025
19
mai
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin á Flatinum