Sjálvgreiðsla

Tíðindi

  • Hósvík | Mynd: Kjartan Madsen

AVLÝST - Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

02.06.2025

Ástaðarfundurin 10. juni avlýstur

Vegna nýggjar upplýsningar í málinum, verður ástaðarfundurin hjá Friðingarnevndini 10. juni 2025 við Vørðuveg 6 í Hósvík avlýstur.

Møtt verður á Vørðuvegi 6, 420  Hósvík

Til viðgerðar:   Umsókn frá Sunda kommuna vegna eigaran av matr. nr. 27g í Hósvík, um loyvi at byggja

                         hús á nevnda matrikkul á adressuni Vørðuvegur 6, 420  Hósvík.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

 

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður