Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Betrað ljóðviðurskiftir á dagstovnunum

12.08.2026

Á fíggjarætlanini fyri 2026 samtykti býráðið at byrja arbeiðið at dagføra og betra um ljóðviðurskiftini á teimum trimum dagstovnunum í kommununi.

Í samskifti við stovnsleiðarar hevur umsitingin í kommununi raðfest tey mest útsettu rúmini á øllum trimum dagstovnunum fyrst. Arbeiðið varð væl tilrættislagt og framt í summarfrítíðini á øllum trimum dagstovnunum. Sp/f Bogi Hermansen stóð fyri arbeiðinum.

Sostatt hava allir tríggir dagstovnarnir fingið betrað ljóðviðurskiftir í farna mánaða. Betur ljóðviðurskiftir á dagstovnunum er ein týdningarmikil raðfesting í at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum, at økja trivnaðin og eisini skapa betur umstøður fyri børnini inni á dagstovnunum. 

Ætlanin er framhaldandi at raðfesta og betra um ljóðviðurskiftini inni á teimum trimum dagstovnunum so lýðandi.