Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Borgarafundir 2026

17.08.2026

Sunda kommuna byrjaði í fjør at hava árligar borgarafundir runt í ymisku bygdunum. Nú eru dagfestingar settar á borgarafundirnar í 2026, og byrjað verður í Hósvík komandi mikukvøld kl. 20.00.

Í fjør skipaði kommunan fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi. Borgarafundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk nógv ymiskt rís og rós. Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá býráðnum. Nú eru dagfestingar og tíðspunkt sett á borgarafundirnar fyri 2026.

19. august: Bygdarhúsið, Hósvík
20. august: Dúvugarðar, Saksun
26. august: Við Margáir, Hvalvík og Streymnesi
27. august: Bygdarhúsið, Tjørnuvík
21. oktobur: Eydnan, Oyri, Oyrarbakka og Norðskála
11. novembur: Avhaldshúsið, Haldórsvík
12. novembur: Skúlin, Langasandur
18. novembur: Bygdarhúsið, Gjógv

Allir fundirnir verða kl. 20.00.

Møtið fjølment!