Tíðindi

Fimm starvsdagar á Flatinum

22.09.2025

Í farnu viku var hátíðarhald á dagstovninum á Flatinum, tí heili fimm fólk høvdu starvsdag, og stovnurin gjørdist 35 ár.

Í síðstu viku var Bóli í Dagstovninum á Flatinum merkt av rættuligum veitsludámi, tá ið stovnurin gjørdist 35 ár, og heili fimm starvsdagar vóru at heiðra. Sólrun Dam og Lis Gregersen høvdu 35 ára starvsdag, Jana Madsen hevði 20 ára starvsdag, og Hjalmar Johannesen og Anna Maria Hansen høvdu 15 ára starvsdag.

Eisini hevði Dagstovnurin á Flatinum 35 ára føðingardag, hóast stovnurin sjálvur bert er 20 ára gamal. Dagstovnurin á Flatinum er framhald av dagstovninum á Oyri, sum lat upp í august 1990 - fyri 35 árum síðani.

Dagurin bleiv hildin við sangi frá børnunum, hugleiðingum frá Rosu Prestá, talu frá Eyðstein Zachariasen, handan av gávu og einum føðingardags køkuborði.  

Eisini var ein myndaframsýning við gomlum myndum frá seinastu 35 árunum.

Sunda kommuna takkar Sólrun, Lis, Janu, Hjalmari og Onnu Mariu fyri árini. Takk fyri, at tit altíð hava verið so væl um okkara børn. At tit hava víst teimum kærleika, tolsemi og nærveru. Støðug og góð starvsfólk sum tit eru gull verd fyri okkara kommunu.  

Seinastu tíðindi

17
okt
Jens Eli 20 ára starvsdag
16
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Umhvørvisplássið stongt leygar­dagin