Tíðindi

Koppseting ímóti beinkrím og Covid19

06.10.2025

Kunning frá læknaviðtaluni við Norðskála viðv. beinkrím og covid19 koppseting

Mælt verður til, at hesir bólkar, læta seg koppseta:

  • Tey, sum eru 65 ár og eldri
  • Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím)
  • Tey, sum eru í vanda fyri at gera álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
  • Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
  • Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
  • Heilsu- og røktarstarvsfólk
  • BMI yvur 35
  • Barnakonur frá 13 viku

Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og covid19 sama dag.

Ert tú í iva um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispurningi. Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.

Bílegg tíð á minlaekni.fo ella ring tlf. 423006 millum kl. 8-11

Vit fara fyribils, at koppseta 24/10, 28/10, 30/10, 31/10, 7/11, 12/11, 13/11, 14/11 og 21/11. 

Læknaviðtalan við Norðskála

 


 

Seinastu tíðindi

19
nov
Oyri og Oyrarbakki onki vatn
17
nov
Lækna­viðtalan við Norðskála er stongd hesa vikuna
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
sep
Kavagrevstur
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag