Tíðindi

Freistin at søkja Økistónar er 1.oktobur

26.09.2025

Økistónar veitir stuðul til spælistøð og fyriskiparar, ið ynskja at skipa fyri konsertum við høgari góðsku, men sum ikki altíð hava fíggjarligt rásarúm til tess. Við stuðlinum tryggja vit, at tónleikarar fáa minstuløn, og at fyriskiparar fáa betri møguleika at bjóða tónleiki fram – eisini har, ið annars hevði verið torført.

Skipanin leggur dent á reglusemi, økisumboðan, góðsku, javna kynsumboðan, tónleikaligt fjølbroytni og nýskapan. Hon skal gera tað lættari at arbeiða sum konsertfyriskipari og menna eina sterka konsertmentan kring alt landið.

Fyriskiparar kunnu søkja um 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak. Treytirnar eru at man er limur í Konsertfyriskiparafelagnum (ókeypis) og at hava KODA-sáttmála (ella gjalda koda fyri hvørja konsert).

Limaskapur í konsertfyrikiparafelagnum er ókeypis og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com. Somuleiðis taka tey fegin ímóti spurningum um Koda.

Hava tit spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkara á musikk@musikk.fo.

Leinkja til umsóknarportal á musikk.fo → https://musikk.fo/sok-okistonar/

Les meir um Økistónar: https://musikk.fo/okistonar/

 

Seinastu tíðindi

17
okt
Jens Eli 20 ára starvsdag
16
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Umhvørvisplássið stongt leygar­dagin