Tíðindi

Virkin oktober: 31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna

01.10.2025

Nú heystið er, og dagarnir gerast kaldari og myrkari, eggjar Heilsustýrið borgarum, dagstovnum, skúlum og arbeiðsplássum kring landið til at vera virkin í oktober til frama fyri sálarligu heilsuna. Við trimum álmanakkum til børn, ung og vaksin hevur átakið “Virkin oktober” 31 hugskot til at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga hvønn dag í mánaðinum.

At vera virkin uppá ymsar mátar gevur okkum orku, gleði og kann gera, at vit koma í samband við onnur. Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin, saman og hugbundin. Hesir boðskapir eru góð og einføld amboð til at styrkja og verja sálarligu heilsuna bæði hjá okkum sjálvum og øðrum. Við átakinum ber til at fáa góðar vanar og gera smáar broytingar í gerandisdegnum, tí tær smáu gerðirnar kunnu gera stóran mun.

Føroyingar, ið fylgja ABC-boðskapunum, hava tað betri.
Úrslit úr føroysku fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísa, at føroyingar, ið hava eitt høgt ABC-stig, siga seg hava tað betri. ABC-stig er eitt samlað mát fyri í hvønn mun fólk eru virkin, saman og hugbundin í onkrum, ið gevur meining fyri tey. Úrslitini vísa, at tey, sum eru meira virkin í ABC-virksemi, meta seg hava eina betri heilsustøðu, betri lívsvirði, eru minni strongd, og kenna í minni mun einsemi. Eisini sæst týðuligt samband millum høgt ABC-stig og heilsuatferð so sum kostvanar, royking og svøvn.

Álmanakkar
Álmanakkarnir við uppskotum til børn, ung og vaksin eru tøkir her. Harumframt eru eisini tómir álmanakkar, sum kunnu brúkast til at fylla út við egnum hugskotum til virksemi, ið hóskar til eins egnu áhugamál og lívsstøðu. Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í oktober. 

Átakið er eisini á Instagram- og Facebook hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Til ber at venda sær til hst@hst.fo fyri at fáa uppsløg fyri hvønn dag til kunningarskíggjar á t.d. skúlum, stovnum og arbeiðsplássum.

Góðan virknan oktober.

ACTIVE OCTOBER (VIRKIN OKTOBER) IS NOW AVAILABLE IN ENGLISH

Due to a request, the Faroese Health Authority has created an English edition of Virkin oktober (Active October).

With three calendars - for children, young people, and adults – Active October offers 31 daily ideas to be active physically, mentally, socially, and spiritually throughout the month.

Being active in various ways brings energy, joy, and connection with others. Active October is based on the three messages of ABC for Mental Health (Act Belong Commit): Act - do something active, Belong - do something with someone, and Commit - do something meaningful. These messages are good and simple tools to strengthen and protect the mental health of both ourselves and others.

Active October encourages small changes in daily life, showing how little actions can make a big difference. 

Blank calendars are also available so you can add your own activities, tailored to your interests and life situation.

It’s up to you how you use the calendar: follow the suggestions every day, dip in occasionally, or simply take inspiration for your own ideas. Remember — the little things count, and the more ways you stay active, the better it is for your mental health.

Even though it’s already October 8, there’s still plenty of time to join in and enjoy Active October for the rest of the month.

You can now find the English edition on the Faroese Health Authority's website at the bottom of this webpage: https://www.heilsustyrid.fo/fo/borgari/salarlig-heilsa/virkin-oktober-2025

 

Seinastu tíðindi

09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
03
okt
Dagføring av byggisamtyktarteksti­num
01
okt
Virkin oktober: 31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting