Tíðindi
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrarfelag
31.10.2025
Í gjár undirskrivaðu borgarstjórin í Sunda kommuna og forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag eina ætlanaryvirlýsing viðvíkjandi nýggja kappróðrarneystinum, ið ætlanin er at byggja í Hósvík.
Uppskotið til avtalu var fyri á býráðsfundi mánadagin 27. oktober og varð einmælt samtykt. Avtalan inniber millum annað ætlaðan stuðul, ognarviðurskiftir og annað.
Arbeiðið hjá róðrarfelagnum at fáa fígging til vega gongur væl, og Sunda kommuna fegnast um ætlanina hjá Hósvíkar Róðrarfelag at byggja nýtt kappróðrarneyst.
Kommunan sær fram til at verða ein viðspælari hjá Hósvíkar Róðrarfelag at gera verkætlanina til veruleika.
Seinastu tíðindi
12
des
Fitt vitjan á kommunuskrivstovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov