Tíðindi
Nýggj trappa í svimjihøllini
10.11.2025
Sunda kommuna hevur monterað eina trappu í svimjihylinum á Oyrarbakka. Áður hevur tað bara verið ein stigi, men nú verður betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin.
Nýggja trappan skal gera tað lættari og tryggari hjá øllum at koma í og úr hylinum. Trappan hevur bæði handlista og eitt gott hall, ið ger tað lættari hjá børnum, eldri og øðrum brúkarum at sleppa trygt í hylin.
Rørsla í svimjihyli er sera gott fyri heilsuna, og Sunda kommuna ynskir, at svimjihylurin skal verða eitt stað, har øll kenna seg væl og trygg.
Svimjihylurin hevur opið mánadag, mikudag og fríggjadag 17.00 - 20.00 og leygardag 09.00 - 13.00 (08.00 - 09.00 eldri).
Seinastu tíðindi
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt
24
nov
Starvsfólk til frítíðarskúlan á Dagstovninum á Flatinum
21
nov
Kunning um snarboð
30
sep