Tíðindi
Jólatrøini verða tendrað og jólabrandbilurin vitjar
Týsdagin 25. november og mikudagin 26. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja.
Nú stundar til jóla, og tíð er aftur komin til at tendra jólatrøini og hugna okkum saman. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jólatrøini verða tendrað soleiðis:
Týsdagin 25. november:
Hósvík 17.00
Hvalvík 18.00
Haldórsvík 19.00
Tjørnuvík 20.00
Mikudagin 26. november:
Oyrarbakki kl 17.00
Gjógv kl 18.30
Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi
Øll eru hjartaliga vælkomin til drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum
Hósvík – í bygdarhúsinum, uppiá
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.